19.09.21

Korona

Nú varð tað tíðanverri okkara túrur.

Tríggir koronatilburðir staðfestir í Smílibýlinum. Eitt starvsfólk, og tvey børn í 2. flokki. Fyri at minka um sannlíkindini fyri smittuspjaðing hevur landslæknin gjørt av, at øll børnini í Smílibýlinum fara í sóttarhald í 10 dagar, t.v.s. koma aftur í skúla og frítíðarskúla týsdagin, 28. september. Eisini eiga øll at lata seg kanna aftur týsdagin 21. september (4. dagur), hósdagin 23.september (6. dagur) og mánadagin 27. september.

Hava tit spurningar eru tit vælkomin at venda tykkum til mín á tlf.210045, ella senda ein teldupost til allanm@torshavn.fo

Allan Mortensen, Stovnsleiðari

18.09.21

Korona

Hey øll somul.
Eitt starvsfólk í Smílibílinum hevur tíðanverri fingið staðfest Korona. Hetta inniber, at øll børnini í frítíðarskúlanum skulu lata seg kanna fyri korona í morgin, og kunnu ikki koma í skúla/frítíðarskúla fyrr enn tey hava fingið eitt negativt svar uppá kanningina, ið kann bíleggjast á korona.fo.
Eisini skulu tey ansa eftir, og halda seg frá størri tiltøkum, føðingardøgum osfr. í vikuskiftinum, og harumframt kannast fyri korona mikudagin. Um tit ikki hoyra meiri frá okkum, hava vit opið sum vanligt mánadagin.
Hava tit spurningar eru tit vælkomin at venda tykkum til mín á tlf.210045.
 
Allan

17.09.21

Samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar – forskúli, 1. og 2. fl. í heystfrítíðini

Foreldur við frítíðarskúlabørnum í Tórshavn, ið hava pláss fyri neyðini frá 11. til 15. oktober 2021 (vika 41), tá ið frítíðarskúlar annars eru stongdir, verða vinaliga biðin um at skráseta seg á torshavn.fo ➔ kommuna ➔ sjálvgreiðsla.

Freistin er hósdagin 1. oktober 2021. Boðað verður frá seinni, hvør frítíðarskúli er opin. Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.
Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið sendandi váttan við t-posti um, at barnið er skrásett.
Frítíðarskúlabørn í Kollafirði, Kaldbak, Nólsoy og Velbastað skulu venda sær til dagstovnaleiðaran á staðnum og boða frá um barnið kemur hesar dagar. Á bygdunum verður virksemið skipað á egnari staðsetan.

Allan.

25.08.21

Foreldrafundur:)

Mikukvøldið 08.09.21 verður foreldrafundur í Posthúskjallaranum.

Á skránni verður kunning um frítíðarskúlan og val av foreldraráð. Eisini verður høvið at práta saman afturvið einum drekkamunni, og at seta spurningar, um man hevur eitthvørt uppá hjarta:)

Fundurin byrjar kl.19.00, og væntandi verða vit liðug kl.20.30.

Allan.

31.05.21

Námsfrøðingar til Frítíðarskúlan Smílibýlið

ENDURLÝSING – námsfrøðingar/hjálparfólk til Frítíðarskúlan Smílibýlið

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan Smílibýlið eftir trimum námsfrøðingum at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja 10. august 2021.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett.

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri børn í 1.- og 2. flokki úr Eysturskúlanum. Vit leggja dent á at øll skulu trívast og verða ein partur av tí góða felagsskapinum, og at øll hava møguleika at brúka sínar styrkir og førleikar.

Eftir summarfrítíðina fer Smílibýlið at hava eitt frítíðarskúlatilboð til børnini ið ganga í serflokkinum heimahoyrandi í Eysturskúlanum, og høvuðsuppgávan í hesum sambandi, verður at skipa eitt gott tilboð fyri hesi børn, og at sameina tey við barnabólkin í Smílibýlinum. Um ynski er um tað, er møguleiki at arbeiða við hesum tilboðið burturav. Væntandi verða tey fimm børn í 1.- og 2. flokki í ár. 

Á stovninum er fjølbroytt virksemi. Har er tónleikarúm, rørslurúm og verkstaður. Fleiri smá rúm gera tað møguligt at hava smáar eindir, har børnini kunnu finna ró og hugsavna seg í spæli. Harumframt eru vit javnan túrar út av húsinum.

Vit eru ein lítil hugnaligur frítíðarskúli, við einum góðum og stabilum starvsfólkahópi, ið nú manglar trý fólk, vegna økt virksemi.

Vit søkja eftir fólkum ið eru nærverandi, vilja arbeiða fyri at børnini fáa ein góðan og innihaldsríkan dag, og hava áhuga í virkseminum í frítíðarskúlanum. Harumframt vænta vit, at tú tekur ábyrgd, ert jalig/-ur, ert fleksibul í mun til arbeiðsuppgávur, ert aktiv/-ur saman við børnunum, hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar. Eisini er ynskiligt, at tú hevur áhuga innanfyri antin ítrott, tónleik ella sjónleik.


Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.


Umsókn

Saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 6. juli 2021. Viðmerk »Smílibýlið«.


Meiri fæst at vita

Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 21 00 45.

31.05.21

Námsfrøðingar til sertoymi í Smílibýlinum

Námsfrøðingar til sertoymi í Smílibýlinum

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan Smílibýlið eftir trimum námsfrøðingum, at arbeiða 20-25 tímar um vikuna í sertoymi, at byrja 16.08.21.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri børn í 1.- og 2. flokki úr Eysturskúlanum. Vit leggja dent á at øll skulu trívast og verða ein partur av tí góða felagsskapinum, og at øll hava møguleika at brúka sínar styrkir og førleikar.

Eftir summarfrítíðina fer Smílibýlið at hava eitt frítíðarskúlatilboð til børnini ið ganga í serflokkinum heimahoyrandi í Eysturskúlanum. Væntandi verða tey fimm børn í 1.-og 2. flokki í ár.

Høvuðsuppgávan hjá sertoyminum verður at skipa eitt gott tilboð fyri hesi børn, og at sameina tey við barnabólkin í Smílibýlinum.

Á stovninum er fjølbroytt virksemi. Har er tónleikarúm, rørslurúm og verkstaður. Fleiri smá rúm gera tað møguligt at hava smáar eindir, har børnini kunnu finna ró og hugsavna seg í spæli. Harumframt eru vit javnan túrar út av húsinum.

Vit søkja eftir fólkum ið eru nærverandi, vilja arbeiða fyri at børnini fáa ein góðan og innihaldsríkan dag, og hava áhuga í virkseminum í frítíðarskúlanum. Harumframt vænta vit, at tú tekur ábyrgd, ert jalig/ur, ert fleksibul í mun til arbeiðsuppgávur, ert aktiv/ur saman við børnunum, hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Umsókn

Saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo, ella til 32 Vaglið, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 14.06.21. Viðmerk ”Sertoymi í Smílibýlinum”

Meiri fæst at vita

Um starvið við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 210045.

 

 

 

21.05.21

Korona

Vit hava opið sum vanligt, og fara at verða nógv úti tíðina fram til summarfrítíðina:)

Men vegna íkomnu støðuna við korona, seta vit aftur nøkur tiltøk ígongd, fyri at minka um smittuvandan, og eisini er fótbóltskappingin, ið skuldi verða millum frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu, avlýst.

Foreldur mugu bíða uttanfyri, tá tey koma eftir børnunum, og minnast til at halda frástøðu. Um børn vísa sjúkueyðkenni, kunnu tey ikki koma í skúla og frítíðarskúla. Á korona.fo finna tit meiri kunning um korona, og tey almennu tilmælini.

 

 

 

21.05.21

Fótbóltskapping

28. mai skipar Frítíðarskúlin í Hoyvík fyri fótbóltskapping fyri allar frítíðarskúlar í Tórshavnar Kommunu í Hoyvikshøllini. Hvør frítíðarskúli kann hava tvey lið við í kappingina. Vit fara øll avstað, vit sum ikki spæla við, fara at verða áskoðarar, og stuðla spælarnar á vøllinum:)

21.05.21

Vit søkja eftir starvsfólki

Námsfrøðingar/hjálparfólk til Smílibýlið

Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan Smílibýlið eftir tveimum starvsfólkum at arbeiða ávíkavist 20 og 25 tímar um vikuna at byrja 16.08.21.

Um námsfrøðingur ikki verður settur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Smílibýlið er frítíðarskúli fyri børn í 1.- og 2. flokki úr Eysturskúlanum. Vit leggja dent á at øll skulu trívast og verða ein partur av tí góða felagsskapinum, og at øll hava møguleika at brúka sínar styrkir og førleikar.

Á stovninum er fjølbroytt virksemi. Har er tónleikarúm, rørslurúm og verkstaður. Fleiri smá rúm gera tað møguligt at hava smáar eindir, har børnini kunnu finna ró og hugsavna seg í spæli. Harumframt eru vit javnan túrar út av húsinum.

Vit eru ein lítil frítíðarskúli, við einum stabilum starvsfólkahópi, ið nú manglar tvey fólk.

Vit søkja eftir fólkum ið eru nærverandi, vilja arbeiða fyri at børnini fáa ein góðan og innihaldsríkan dag, og hava áhuga í virkseminum í frítíðarskúlanum. Harumframt vænta vit at tú tekur ábyrgd, ert jalig/ur, ert fleksibul í mun til arbeiðsuppgávur, ert aktiv/ur saman við børnunum, hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, og megnar at virka fyri góðum samstarvi við foreldur, børn og starvsfelagar. Eisini er ynskiligt, at tú hevur áhuga innanfyri antin ítrott, tónleik ella sjónleik.

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya

Umsókn

Saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til torshavn@torshavn.fo, ella til 32 Vaglið, 100 Tórshavn, í seinasta lagi 08.06.21. Viðmerk ”Smílibýlið”

Meiri fæst at vita

Um starvið við at venda sær til Allan Mortensen, stovnsleiðara, telefon 210045.

10.05.21

Opið allan dagin fríggjadagin 14.05.21

Fríggjadagin eftir Kristi Himmalferðadag, lata vit upp kl. 07.45:)

Tit verða biðin um, at boða frá, um/nær tykkara børn koma, við at sms´a á tlf. 214879 ella 229896, í seinasta lagi mikudagin kl.12.00, so vit kunnu leggja arbeiðið til rættis.

10.05.21

Samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar í summarfrítíðini.

Foreldur í Tórshavnar kommunu, ið hava pláss fyri neyðini frá 21.juni til 2.juli 2021, tá ið frítíðarskúlar annars eru stongdir, verða vinaliga biðin um at skráseta seg á torshavn.fo -> Dagstovnar og skúli -> Frítíðarskúli. (Trýst á leinkjuna, grøni fýrakanturin)

Freistin er fríggjadagin 4.juni 2021 kl.12.00. Boðað verður frá seinni, hvør frítíðarskúli er opin.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.

Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið sendandi váttan við t-posti um, at barnið er skrásett.

 

29.04.21

Ráðleggingardagur

Fríggjadagin 04.06.21, fara vit at hava ráðleggingardag. Stovnurin verður stongdur hendan dagin. Meiri kunning kemur seinni.

25.03.21

Talvkappingin

Ársins talvkapping varð sera spennandi, og nógv børn luttóku. Eftir trý umfør, varð finalan spæld. Tá avtornaði, varð Magnus á fyrsta plássi, Fríði á øðrum og Dávur á triðja:) Komandi ár fara vit væntandi aftur at bjóða hinum frítíðarskúlunum í kommununi við:)

06.04.21

Molly Malone

Her er leikurin Molly Malone, sum 1.flokkur framførdi:) Leikurin er á einari "Unlisted" síðu. Tað merkir, at man bert kann síggja hann við at trýsta á leinkjuna. Ikki ber til at finna hann á Youtube, ella at taka hann niður.

26.03.21

Gleðiligar Páskir

Nú fara vit í Páskaferiu, lata upp aftur týsdagin 6/4-21:)

10.03.21

Sjónleikur

Á Grækarismessu 12/3 kl.13.00 fer 1.flokkur at spæla leikin um Molly Malone fyri børnunum í 2.flokki:)

10.03.21

Brandvenjing

Týsdagin 16/2 fara vit at hava brandvenjing í Smílibýlinum. Vit fara at seta brandalarmin í gongd, og royna okkara rýmingarætlan. Børnini verða eisini kunnaði áðrenn.

10.03.21

Talvkapping

Hósdagin 25/3 verður innanhýsis talvkapping her í Smílibýlinum. Fyrireikingarnar eru farnar í gongd, og børnini eru so smátt farin í holt við at venja:)

 

02.03.21

Frítíðarskúli í páskafrítíðini

Foreldur at børnum í forskúla, 1. og 2., ið hava tørv á plássi í páskafrítíðini, 29., 30. og 31. mars 2021, tá ið frítíðarskúlar annars eru stongdir, verða biðin um at melda til á torshavn.fo-> sjálvgreiðsla.

Freistin er sunnudagin 14. mars 2021. Seinni verður boðað frá, hvør stovnur er opin.

Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir.

Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið sendandi váttan við t-posti um, at barnið er skrásett.
 

Bókingarskipanin BARN skiftir innritingarskipan og nýggj samskiftisapp á veg

Góðu foreldur í Tórshavnar kommunu

Í Tórshavnar kommunu eru vit í ferð við at talgilda allar okkara tænastur. Í hesum sambandi skulu vit kunna tykkum um, at bókingarskipanin BARN skiftir innritingarskipan frá MínLykil til Samleikan 15. mars 2021. 
Harafturat eru vit farin undir at menna eina app, sum skal gera samskiftið millum foreldur og dagstovn trygt og lætt. Eisini hendan appin krevur innritan við Samleikanum. Tá appin verður tikin í nýtslu um stutta tíð, verða Facebook og onnur daglig samskiftisamboð strikað, soleiðis at alt samskifti gongur fyri seg umvegis appina og boðtalvurnar á stovnunum. 
Talgildu Føroyar fáa bara skrásett eitt avmarkað tal av Samleikum í senn, og tískil vilja vit heita á tykkum um at skráseta tykkum Samleikan í góðari tíð áðrenn skiftið 15. mars 2021, soleiðis at tit tryggja tykkum atgongd til bókingarskipanina, samskiftisappina og kommunalu tænasturnar annars. 
Foreldur brúka BARN-skipanina, tá tey skulu bóka børnum sínum pláss í vøggustovu, barnagarði og seinni skriva børnini inn í frítíðarskúla, forskúla og skúla. 
Tað er ómaksleyst at skráseta Samleikan. Far inn á heimasíðuna hjá Samleikanum og fylg vegleiðingini har: https://www.samleikin.fo/fo/fa-samleikan/fa-samleikan/. Á heimasíðuni hjá kommununi finnur tú eisini nærri kunning.
Hava tit spurningar, kunnu tit altíð ringja til kundarøktina á tel. 1881. Kundarøktin er opin gerandisdagar frá kl. 8 – 16.30.

Bestu heilsanir
Tórshavnar kommuna 

Námsfrøðislesandi

Í løtuni er Monika í starvslæru hjá okkum:) Dania er starvslærari hjá Moniku, ið gongur í 1.p á Fróðskaparsetrinum. Hon verður her hjá okkum til á Páskum.
 

1.februar 2021

Skiftiklæði

Í dag hevur verið nógv regn, og fleiri børn hava hugna sær og spælt úti í garðinum:) Men nógv hildu seg aftur, tí tey vóru ikki ílatin til tað. Gott hevði verið, um øll høvdu skiftiklæði, og vóru ílætin eftir veðrinum:)