Frítíðarskúlin Smílibýlið

Í Smílibýlinum er tað frítíðin hjá børnunum, sum er sett í hásætið. Tað vil siga, at børnini í størsta mun sjálvi kunnu ráða yvir, hvat tey brúka tíðina í Smílibýlinum til. Hetta ger, at tey hava teir bestu møguleikarnar, fyri at menna sínar persónligu og sosialu førleikar, í teimum aktivitetum ið eru at velja ímillum, og fría spælinum.

Námsfrøðiliga arbeiðið í húsinum er lagt soleiðis til rættis, at tann einstaki verður sæddur og hoyrdur, hóast tað eru nógv børn. Barnið verður hoyrt og virt sum tað er, og vit møta barninum á tí støðinum tað er á, so tað følir sín týdning sum einstaklingur, og í tí stóra bólkinum.

Í Smílibýlinum leggja vit stóran dent á, at børnini eru ein partur av felagsskapinum. Í fría spælinum og ymsu aktivitetunum knýta børnini vinarbond sínamillum. Vit stuðla teimum í hesum, og ansa eftir, at øll koma í ein góðan felagsskap.

Starvsfólkabólkurin í Smílibýlinum er eyðkendur av ymiskleika og harmoni. Starvsfólkini eru virkin, nærverandi, tilvitaði um sín leiklut, og skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi á stovninum.

Fysisku karmarnir í frítíðarskúlanum,geva børnunum góðar møguleikar fyri at kunna spæla bæði frítt og skipað. Vit hava tónleikarúm, rørslurúm og verkstað og fleiri smá rúm gera tað møguligt at hava smáar eindir, har børnini kunnu finna ró og hugsavna seg í spæli.

Sosialir førleikar

Øll børn hava rætt til at:
Vera virkin, spæla og taka ábyrgd saman við øðrum
Hava ávirkan og kenna seg sum partur av einum týdningarmiklum felagsskapi
Menna síni evni til at virka í bólki, at knýta vinabond, at klára tvístøður og at skilja rættindi og skyldur

Í Smílibýlinum leggja vit dent á, at øll børnini verða ein partur av felagsskapinum. Húsið er skipað við fleiri rúmum til ymiskar aktivitetir, har tað verður lagt upp til, at børnini spæla saman í størri og minni bólkum. Vit leggja upp til at fleiri børn eru saman, og eggja børnunum at siga ja, tá onnur spyrja um tey kunnu koma upp í aktivitetirnar. Starvsfólkini fylgja við hvør er við í teimum ymisku barnabólkunum, og ansa eftir, at øll børnini eru við í einum positivum felagskapi.

Stórur dentur verður lagdur á, at huglagið í húsinum er positivt og lætt, og at tónalagið og málburðurin er góður á stovninum. Bæði børn og vaksin skulu tosa hampuliga við hvønn annan. Tað eru starvsfólkini, ið eru fyrimyndirnar. Tað at tey vaksnu trívast, práta saman og hava tað hugnaligt, ger, at børnini læra frá teimum, hvussu man er saman við øðrum.

Vit skipa fyri aktivitetum, har fleiri kunnu verða saman um okkurt. Túrar í náttúruni, verkstaðsarbeiði við endurnýtslu, sjónleikir, tónleikaframførslur og annað spennandi. Vit lurta eftir børnunum, og royna at skipa aktivitetir út frá teirra ynskjum og áhugamálum.

Sosialu førleikarnir eru týdningarmiklir tá vit spæla, syngja, standa í kø, bíða eftir tørni, sita við borðið, ja allastaðni, í øllum gerandisaktivitetum. Og vit eru til staðar, og klár hjálpa til, um so er at onkur hevur trupult við at gjøgnumskoða hvussu sosialu spælireglarnir eru í ávísum støðum.

Persónligir førleikar

Øll børn hava rætt til at:
menna sín samleika, sjálvskenslu og sjálvsvirði
menna undran, forvitni og áhuga fyri at spæla og læra
menna sína sjálvstøðu, álitið á egin evni og egnar fortreytir
menna dirvið at siga frá egnum kenslum og meiningum
menna førleikan at kunna njóta friðin og hvíla

Í Smílibýlinum ynskja vit, at hvørt einstakt barn trívist, hevur dirvi til at varveita síni sereyðkenni, og mennir sínar persónligu førleikar. Fyri at røkka hesum málum, leggja vit stóran dent á, at verða aktiv í at skapa eitt gott huglag millum børnini, og at skapa tryggleika, soleiðis at børnini tora at siga frá og biðja um hjálp, tá okkurt er tey ikki megna sjálvi. Hetta gera vit við at vera nærverandi, blíð og vinarlig, seta greið mørk, og vísa áhuga fyri tí børnini gera og eru upptikin av.

Umframt at uppmuntra børnini at nýta sínar førleikar, evnir og áhugamál, er eisini umráðandi at víðka sjónarringin hjá børnunum. Hetta gera vit við at introdusera nýggj ting fyri teimum, og verða forvitin saman við teimum, tá vit koma nýggj støð, ella síggja ymiskt áhugavert. Eisini hava starvsfólkini í Smílibýlinum nógvar ymiskar førleikar og áhugamál, ið tey nýta í arbeiðinum saman við børnunum, og harvið verður áhugin hjá børnunum eisini kveiktir, og tey síggja, at starvsfólkini eru ymisk og hava ymisk áhugamál og sereyðkenni. 

Heilsa og rørsla

Øll børn hava rætt til at:
menna sínar rørslur og kropsfatan
njóta at vera virkin og brúka sín kropp og sínar sansir
kenna týdningin av góðari heilsu, dygdargóðum kosti, reinføri og vælveru

Í garðinum uttanfyri í Smílibýlinum er ein borg, nøkur hús, og trø, har til ber at klatra og royna seg kropsliga. Tætt við er ein vøllur, ið vit kunnu brúka, vit eru túrar í fjøruni og onnur støð, har motoriskar avbjóðingar eru, og hvør flokkur er í fimleikarhøllina eina ferð um vikuna.

Vit leggja eisini dent á vanligt reinføri, og børnini skulu vaska hendur áðrenn og aftaná máltíðir, (og munnin, tá tað er neyðugt) tá tey hava verið á ves, og tá tey eru skitin.

Børnini fáa millummála her hjá okkum, og tað skiftir hvønn dag, hvat tey fáa. Frukt, havragrýn, køku, og alt harímillum. Vit eta í einum rúmi, og starvsfólkini sita millum børnini, tá tey eta, og læra børnini vanligan borðsið, sum at sita við borðið og eta, ikki blanda leikur við matin, man tosar saman, tað er ikki neyðugt at rópa, osfr.

Vit tosa um hví tað er umráðandi fyri heilsuna at hava persónligt reinføri og hví tað skal vera reint har matur er, og at um kroppurin er væl fyri, kennir man seg betri, og betri møguleiki er fyri at sleppa undan sjúkum.

Náttúra og umhvørvi og tøkni

Øll børn hava rætt til at:
menna sín alsk fyri náttúruna og kanna og kunna seg um vøkstur og djóralív og onnur fyribrigdi í náttúruni
menna sína tilvitsku fyri ringrásini í náttúruni, fyri umhvørvið og vistfrøði
og fyri hvussu menniskja, náttúra og samfelag hava ávirkan á hvørt annað
granska og menna sína fatan fyri støddfrøðiligum og náttúruvísindaligum hugtøkum, tølum, mongdum, mynstrum og kunna seg í tíð og rúmd
menna áhugan fyri tøkni og fyri ymiskum alis- og evnisfrøðiligum tilfeingi

Í Smílibýlinum endurnýta vit á ymsan hátt. Vit brúka pappeskjur, kornflakes pakkar og ymiskt annað at skapa úr, á tí kreativa verkstaðnum. Vit gera børnini varug við, at ting væl kunnu endurnýtast og kunnu umskapast við hjálp av hugflognum.

Eisini er ein partur av spælinum, tá børnini spæla handil, matstovu osfr. tóm íløt, ið ymsar matvørur hava verið í.

Tá vit brúka einnýtistilfar, brúka vit pappírskoppar, papptallerkar osfr. í staðin fyri av plastik.

Sjálvt um vit leggja dent á, at tilfar er til taks hjá børnunum at brúka til alt hugsandi kreativt og handaligt virksemi, royna vit at avmarka pappírsnýtsluna (avmarka hvussu nógv verður koyrt burtur), við at børnini skulu skriva navn á øll pappír tey brúka, og við at hava eskjur at koyra pappírsrestir í, ið enn kunnu brúkast. Tað pappírið ið so verður koyrt burtur, fer í eina skrellispann fyri seg.

Hvønn dag ganga vit teir 400 metranar úr Eysturskúlan, og yvur í Smílibýlið. Á vegnum koma vit framvið eina trøð, og fleiri urtagarðar, og vit leggja til merkis hvussu alt broytist sum árstíðirnar koma og fara, og merkja sól, vind, regn, kava, hita og kulda.

Eisini fara vit aðrar túrar hvørja viku. Vit liggja væl fyri, tætt við Hoyvíkstjørn, fjørðuna, Boðanes, Svartafoss og Viðarlundina, fyri at nevna nøkur støð. Um vit ynskja at fara longur, er ókeypis bussleið í alla kommununa.

Á túrunum er mangt og hvat at síggja og tosa um. Søga, staðarnøvn, hvat síggja vit tá vit ganga, lomb, ymiskir fuglar, rusk, steinar osfr. Í náttúrini eru eisini nógvar sansiupplivingar, ljóð og luktir. Vit læra børnini at virða náttúruna, taka upp eftir okkum, og samla ymiskt, ið vit kunnu brúka til kreativt virksemi.

Í garðinum kunnu børnini kanna umhvørvi við at grava í moldina, vassa í hylinum, finna smákykt o.s.fr.

Siðir og mentan

Øll børn hava rætt til at:
fáa innlit í og menna føroyska mentan, søgu og samleika
kenna føroyska siðvenju, høgtíðir og matmentan
gerast alment mentaði
menna kensluna og virðingina fyri øðrum mentanum

Mentanina skapa vit sjálvi við at verða tey vit eru, føroysk børn í Føroyum við teimum áhugummálum sum føroysk børn nú á døgum hava.

Gamla mentan læra tey so við at seta tingini upp móti hvørjum øðrum og samanlíkna fyri at skapa sær eina mynd av fortíðini.

Sum ein lið í at fáa eina breiða fatan av tí føroysku mentanin, er tað sera umráðania at børnini eisini fáa innlit í mentanir úr øðrum londum hetta fyri at vita hvat globalisering er og at víðka sítt tolsemi fyri øðrum fólkasløgum.

Fyri at náa hesum málið hava vit valt at hava tema koyrandi har vit kunnu fordjúpa okkum í ávísum evnum.

Í frítíðarskúlanum verða høgtíðir merktar við serligum tiltøkum t.d.jóladøgura, páskadøguraog øðrum tingum sum vanliga sermerkja merkisdagar osfr. Annars so verður práta um árstíðirnar og merkisdagar so hvørt sum tey eru aktuell.

Samskiftið og mál

Øll børn hava rætt til at:
menna sítt mál og sín samskiftisførleika við fjølbroyttum møguleikum at úttrykkja seg
menna sín áhuga fyri myndum, teksti og ymiskum miðlum
læra at orða seg, samrøða og grunda
menna eitt fjølbroytt orðatilfeingi

Fáa føroyska samleikan fram, menniskju, søgu, mál, søga sagnir landalæra
At vísa á og gera áhugavert, geva meiri orðafeingi
Orðafeingi
Rútma
Syngja Lesa søgu, hugnaløta, bingo, størri orðatilfeingi, orða seg, lurta
Seta orð á kenslur og upplivingar
Biðja um hjálp
Sjónleikur við boðskapi, søgur við moral
Lurta engageraði, lurta eftir hvørjum øðrum, bingo-hoyra tøl, lurta, tiga, koncentrera seg
Fyrimyndir, tónalag, spegla, kroppsmál-smílandi/fitt, merkja á okkara atferð, nonverbalt, (hvussu síggja vit út til at hava tað.

Samskiftið er samansett av ymiskum tingum har av tað talaða málið er tann minnsti parturin. Tann parturin sum fyllir mest uttan at man er tilvitaður um tað er kropsmálið. Tónalagið er av stórum týdningi eins og mimikkur eisini hevur nógv at siga.

Endamál:

  • gerast varug við kropsmál, tónalag og mimik
  • duga at tosað og skilja føroyskt
  • rein og greið tala
  • tosað við hvønn annan við virðing
  • pláss fyri reaktión upp á tiltalu
  • at duga at loysa konfliktir við at tosað um tingini

Tiltøk

  • stuðla børnunum í at tosað rætt við røttu orðunum og røttum bendingum
  • skeivur málburður verður sagdur á rættan hátt av vaksnum ella øðrum børnum, tó uttan at vanvirðing
  • stuðla børnunum í samskiftinum m.a. við at gera tey varug við tað non verbala málið
  • møta barninum við empati og at stuðla teimum í teirra empatisku evnum
  • at læra at lurtað og at snakkað við rødd sum hóskar seg
  • at víðka tann málsliga førleikan við fremmanda málum